Innanlands

Seta fólk at skapa innihald í gerandisdagin hjá teimum eldru

Tórshavnar kommuna hevur samtykt at játta eina millión krónur til at seta tvey starvsfólk at arbeiða við aktivitetum til búfólk á eldraøkinum, og at játta fýra milliónir til økta normering á røktarøkinum

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2021-06-24 10:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á býráðsfundi í gjárkvøldið skuldi Tórshavnar Býráð taka støðu til eina samtykt í heilsu- og eldranevndini og fíggjarnevndini, sum mæla til at játta eina mió. krónur til tvey starvsfólk at arbeiða við aktivitetum til búfólk á eldraøkinum, umframt fýra mió. til økta normering á røktarøkinum.

Málið varð einmælt samtykt í býráðnum.

Tey bæði starvsfólkini fáa til uppgávu at skipa og stuðla undir aktivitetir, sum stimbra og skapa innihald í gernadisdagin hjá búfólkunum. 

Ein partur av arbeiðinum verður eisini at samskipa tað sjálvbodna virksemið, sum í dag og í framtíðini er á eldraøkinum. Hugsanin er, at umframt aktivitet í dagligdegnum, at vera við til at skipa størri tiltøk sum útferðir, jólahald, fastalávintshald og annað, skrivar Tórshavnar kommuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder