Ungi verkfrøðingurin, Jóan Hofgaard Køtlum úr Havn, fekk herfyri ein flottan heiður fyri kandidat høvuðsritgerðina, sum hann hevur gjørt á DTU Space á Danmarks Tekniske Universitet.
Jóan var ein av trimum lesandi, ið fekk heiðurin, kallaður E-kandidatprisen 2025, sum Elektrofondet letur.
David Arge Klevang, sum er dosentur á DTU Space, fegnast um at føroyingurin hevur fingið viðurkenning fyri arbeiðið, hann hevur gjørt.
- Hetta er ógvuliga flott arbeiði, sum hann hevur gjørt – tað kann hava stóra ávirkan á ta tøkni, sum ger tað møguligt fyri læknar at viðgera sjúklingar fyri eitt nú krabbamein, skrivar David Arge Klevang.
Í grundgevingini sigur Elektrofondet, at tey hava givið Jóan Hofgaard Køtlum virðislønina fyri hansara “framúrskarandi kandidatritgerð á DTU”.
Heiti á ritgerðini er “8-Channel Cryogenic Array for Human MRI.” Verkætlanin er gjørd í samstarvi við UMC Utrechtt.
- Ritgerðin hjá Jóani er um eitt evni, sum hevur stóran týdning fyri danska heilsuverkið – MRI er ein einastandandi tomografiskur teknikkur til at kanna mjúkan vevna hjá menniskjum fyri eitt nú krabbavøkstur.
Víðari verður sagt, og hetta er so mikið tekniskt, at vit endurgeva tað á upprunamálinum:
”I specialet har Jóan designet og konstrueret et system der består af otte velafkoblede kanalelementer i en hus bestående af en RF transparent MR-kompatibel kryostat. Gruppen køles med flydende kvælstof for at forbedre signalstøjforholdet ved at minimere den termiske støj, så billedkvaliteten forbedres til gavn for patienten.”
- Arbeiðið er gjørt á einum serstakliga høgum tøkniligum støði, við kreativum trupulleikaloysnum og breiðari fatan av bæði praktiskum og teoretiskum tættum innan elektrotøkni, so sum háfrekvensverkfrøði, umframt tvørfakligum tættum, so sum kryotøkni, tilfarsvísindi og biomedisinskari verkfrøði. Jóan hevur í masterritgerð síni víst undrunnarverda fakligheit og sjálvstøðu, sum eisini gav honum kandidatkarakterin 12.
- Elektrofondet heiðrar tí Jóan Hofgaard Køtlum, sivilverkfrøðingi við E-kandidatprísinum 2025 og 10.000 krónum sum viðurkenning fyri hansara framúrskarandi fráfaringarverkætlan og hansara lovandi íkast til framtíðar MR-myndatøku.
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald