Innanlands

Serframsýningin "Í Skugganum" letur upp mentanarnáttina

Framsýningin snýr seg um fyrstu kvinnuligu myndafólkini úr Danmark, Íslandi og Føroyum, og er serliga nógv gjørt burturúr Else Marie Danielsen úr Kunoy (1856-1920) og Else Birgitte Debess Petersen úr Havn

Framsýningin letur upp á Tjóðsavninum fríggjadagin 2. juni klokkan 16 og er opin hvønn dag fram til 30. september

Framsýningin letur upp á Tjóðsavninum fríggjadagin 2. juni klokkan 16 og er opin hvønn dag fram til 30. september

2023-05-31 16:45 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Serframsýningin “Í skugganum” sigur søguna um fyrstu kvinnuligu fotografarnar úr Danmark, Íslandi og Føroyum. Tað er fyrstu ferð, níggju útvaldar kvinnur verða navnkendar á felags fotoframsýning í Norðurlondum. Kvinnurnar arbeiddu sum sjálvstøðugir fotografar ymisk tíðarskeið frá 1872 til 1925. Framsýningin vísir á flogið og sjónarringin, sum fyrstu kvinnuligu fotografarnir høvdu, tá ið tær fingust við pallsetan, skjalfestan, tað estetiska og tað tøkniliga.

Framsýningin avdúkar, at kvinnur høvdu stóra ávirkan, tá ið danska, íslendska og føroyska fotolistin sóu dagsins ljós. Hon skjalprógvar, at kvinnuligu fotografarnir arbeiddu undir sera ymiskum vinnuligum og verkligum viðurskiftum – ikki bara í Danmark, Íslandi og Føroyum, men eisini í Lofoten, Amerika og Donskum Vesturindia.

Heitið á sýningini sipar til, at kvinnuligu fotografarnir bókstaviliga arbeiddu í skugganum, tað vil siga aftan fyri fototólið. Heitið sipar tó eisini til, at kvinnuligu fotografarnir ofta stóðu í skugganum av mannligu starvsfeløgum sínum og enntá arbeiddu í navninum á manninum. Fleiri kvinnuligir fotografar eru á tann hátt horvnir úr søguni. Við sýningini stíga kvinnuligu fotografarnir á fyrsta sinni fram úr skugganum sum ein samlaður bólkur og vinna sær uppiborið pláss í tjóðarligu fotografisøguni.

Føroysku fotografarnir eru Else Marie Danielsen úr Kunoy (1856-1920) og Else Birgitte Debess Petersen úr Havn (1854-1927). Museum Østjylland hevur gjørt framsýningina og Tjóðsavnið hevur gjørt eyka nógv burturúr føroysku fotografunum.

Framsýningin letur upp fríggjadagin 2. juni klokkan 16. Savnið bjóðar okkurt gott og greitt verður frá um framsýningina. Tiltakið er alment og ókeypis.

Framsýningin um fotografarnar er opin hvønn dag frá 10 – 17 fram til 30. september.

Tjóðsavnið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder