Uttanlands

Senatorur: Danmark hevur verið avgerandi fyri amerikonsku trygdina

Amerikanskir politikarar vitja í Dnamark í hesum døgum, og fyrrapartin var tíðindafundur í Keypmannahavn

Demokratiski senatorurin, Chris Coons á tíðindafundi í Keypmannahavn fyrrapartin (Mynd: EPA)

Demokratiski senatorurin, Chris Coons á tíðindafundi í Keypmannahavn fyrrapartin (Mynd: EPA)

2026-01-17 11:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Danmark hevur verið avgerandi fyri amerikonsku trygdina.

Tað segði demokratiski senatorurin, Chris Coons á tíðindafundi í Keypmannahavn fyrrapartin.

Coons er við í amerikonsku sendinevndini, sum vitjar í Danmark í hesum døgum.

– Grønland er ein partur av Danmark, og Danmark er ein Nato-sameindur. Eg haldi tað burdi verið endin á hesum kjakinum, segði hann og legði afturat, at tað næstan ikki finst ein betri sameindur enn Danmark.

Í tíðindafundinum fanst hann eisini at amerikanska forsetanum, Donald Trump, sum heldur á at endurtaka ynskið um at yvirtaka Grønland.

– At siga nakað, sum setur okkara trygd í vanda, er ein vanlukka fyri USA. Okkara trygd hevur ofta verið knýtt at okkara trúvirði, segði Chris Coons, sum undirstrikaði, at tað í løtuni eingin hóttan er móti grønlendsku trygdini.

Í amerikonsku sendinevndini eru níggju demokratiskir kongresslimir umframt tveir republikanskir senatorar, skrivar Ritzau.

Fríggjadagin hittu amerikansku politikararnir m.a. danska forsætisráðharran Mette Frederiksen og aðrar ráðharrar í donsku stjórnini. Eisini var fundur við uttanríkispolitisku nevndina í Fólkatinginum.

Ein av republikanarunum, Lisa Murkowski segði, at sendinevdnin fer aftur til Washington D.C. at greiða frá øllum tí, sum tey hava lært um Grønland undir vitjanini. Hvat tað er greiddi hon ikki nærri frá.

Lisa Murkowski ásannaði, at fáir republikanarar vóru við í Danmark. Orsøkin til tað, helt hon, var at ferðin varð lagt til rættis í skundi, og ikki tí, at republikanarar ikki leggja í ella ikki hava tikið avgerð um, hvørjari síðu teir standa á.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder