Uttanlands

Semja millum USA og Iran

Tað upplýsa USA, Iran og Pakistan sunnukvøldið – Avtala verður eftir ætlan undirskrivað fríggjadagin

Amerikanski forsetin, Donald Trump skrivaði sunnukvøldið á Truth Social, at avtala er gjørd millum USA og Iran (Mynd: Kent Nishimura/AFP/Ritzau Scanpix)

Amerikanski forsetin, Donald Trump skrivaði sunnukvøldið á Truth Social, at avtala er gjørd millum USA og Iran (Mynd: Kent Nishimura/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-06-15 01:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Semja er gjørd millum USA og Iran.

Tað váttaðu bæði USA, Iran og Pakistan, sum hevur verið meklari í samráðingunum millum londini sunnukvøldið sambært altjóða miðlum.

Amerikanski forsetin, Donald Trump skrivar m.a. á sínum egna sosiala miðli, Truth Social:

– Avtalan við Iran er nú komin uppá pláss. Til lukku til øll.

Sambært amerikanska forsetanum letur Hormuzsundið uppaftur, og verður tað tollfrítt at sigla gjøgnum. Amerikanski stongsulin av iranskum havnum steðgar eisini.

Hormuzsundið letur tó fyrst uppaftur, eftir at avtalan er undirskrivað í Sveis fríggjadagin 19. juni, leggur Trump afturat.

Pakistanski forsætisráðharrin, Shehbaz Sharif boðar eisini frá semjuni á sosiala miðlinum X.

Hann sigur, at báðir partar hava boðað frá, at hernaðarliga virksemið steðgar alt fyri eitt, eisini í Libanon.

Iranski varauttanríkismálaráðharrin, Kazem Gharababadi váttar eisini fyri iranskum sjónvarpi, at kríggið hevur fingið ein enda.

Semja er um eina rammuavtalu, og samráðast skal yvir 60 dagar um endaliga avtalu. Tá verður avtøka av revsitiltøkum m.a. umrødd, sigur hann og leggur afturat, at Iran tilskilar sær rættin at reagera, um hin síðan brýtur avtaluna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder