Innanlands

Semja millum Føroya skipara- og navigatørfelag og Strandfaraskip Landsins

Føroya skipara- og navigatørfelag hevur gjørt semju fyri navigatørarnar, sum sigla við Galaxy meðan Smyril er í dokk

Galaxy fór leygardagin í sigling fyri Smyril, sum skal í dokk í átta-tíggju vikur

Galaxy fór leygardagin í sigling fyri Smyril, sum skal í dokk í átta-tíggju vikur

2025-08-25 09:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Føroya skipara- og navigatørfelag hevur gjørt semju fyri navigatørarnar, sum sigla við Galaxy meðan Smyril er í dokk.

Eftir niðurskurðin hjá Fasta Gerðarætti viðvíkjandi trætumálinum millum Manningarfeløgini og Fíggjarmálaráðið, so kann Føroya skipara- og navigatørfelag gleðast um, at Útlendingastovan hevur avgjørt hvussu útlendska manningin á Galaxy skal lønast, skrivaði heimasíðan hjá Føroya skipara- og navigatørfelag fríggjadagin.

Føroya skipara- og navigatørfelag hevur eftir úrskurðin hjá Fasta Gerðarætti havt fund við allar navigatørarnar umborð á Smyril, og teir sum skula avloysa umborð á Galaxy. Á fundinum komu ynskini hjá navigatørunum fram og út frá tí bleiv eitt semju uppskot gjørt og sent til Strandfaraskip Landsins. Fríggjadagin kom svar frá Strandfaraskipum Landsins um, at tey góðtóku uppskotið.

Hvat víðari hendir millum " Fíggjarmálaráðið, Strandfaraskip Landsins og Útlendingastovuna eftir avgerðina hjá Útlendingastovuni, hevur Føroya skipara- og navigatørfelag onga ávirkan á, skrivar felagið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder