
Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið skrivaðu í gjár undir semju um nýggjan sáttmála fyri vaktar– og bjargingarskipini hjá Vørn.
Sáttmálin er galdandi í tvey ár og ein mánað - frá 1. august 2025 til 30. september 2027.
Sambært Maskinmeistafelagnum er talan um endurnýggjan av gamla sáttmálanum við nøkrum týðandi batum.
Eitt nú er eitt nýtt úrtíðarstig, “úrtíðarløn 3”, sett inn í grein 4 í gamla sáttmálatekstinum, soleiðis at 60 prosent verða latin afturat tímalønini fyri arbeiði á føstum frídøgum.
Ein nýggj viðbót uppá 1.000 krónur um mánaðin er eisini ásett til maskinmeistarar, sum hava ábyrgd av aspirantum, og sum nakað heilt nýtt tryggjar semjan, at manningarnar nú eisini fáa lut í samsýningunum, sum Vørn fær fyri serligar uppgávur, ið liggja uttan fyri sjálvt virkisøkið hjá vaktar– og bjargingarskipunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald