Innanlands

Semingsmenninir eru til reiðar - hava ikki hoyrt aftur frá pørtunum

Seinasta semingsuppskotið varð lagt fyri sjúkrarøktarfrøðingarnar og lønardeildinda hjá Fíggjarmálaráðnum 7. oktober

Terje Sigurðsson, semingsmaður (Mynd: Sverri Egholm)

Terje Sigurðsson, semingsmaður (Mynd: Sverri Egholm)

2020-10-19 15:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í morgun fóru sjúkrarøktarfrøðingarnir á G4 á Landssjúkrahúsinum, operatiónssjúkrarøktarfrøðingarnir á skurðgongini á Landssjúkrahúsinum, sjúkrarøktarfrøðingarnir á songjardeildini á Klaksvíkar Sjúkrahús, og operatiónssjúkrarøktarfrøðingarnir á skurðgongini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í verkfall.

Les eisini: 50 sjúkrarøktarfrøðingar í verkfall

Tað varð lýst sum avleiðing av, at felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ikki metti seg hava fingið ein nóg góðan sáttmála bjóðaðan frá Fíggjarmálaráðnum.

Ein semingsroynd varð gjørd fyrr í mánaðnum, og næstseinasta mikudag, 7. oktober, løgdu semingsmenninir eitt uppskot fram fyri partarnar. Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum góðtók uppskotið, meðan sjúkrarøktarfrøðingarnir varakaðu semingsuppskotið.

Semingsmenninir hava ikki hoyrt nakað, eftir at sjúkrarøktarfrøðingarnir fóru í verkfall í morgun. Hetta upplýsir Terje Sigurðsson, semingsmaður fyri Kringvarpinum.

- Vit eru til reiðar at tosa við partarnar, men higartil hava vit einki frætt
 

 
 
 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder