Mentan

Seminar: UttanfyriList - Outsider Art

Sunnudagin skipar Útbúgvingin í listaligum arbeiði á Fróðskaparsetri Føroya fyri seinnapartsseminari í Kongshøll um "uttanfyrilist"

Tiltakið verður í Kongshøll sunnudagin 29. mai (Savnsmynd)

Tiltakið verður í Kongshøll sunnudagin 29. mai (Savnsmynd)

2022-05-25 21:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnudagin 29. mai klokkan 16-18 skipar Útbúgvingin í listaligum arbeiði á Fróðskaparsetri Føroya fyri seinnapartsseminari í Kongshøll um "uttanfyrilist"

Á seminarinum verða fyrilestur, upplegg og samrøður, sum frá ymiskum sjónarmiðum viðgera evnið Outsider Art. Eitt hóskandi føroyskt heiti í hesum samanhangi er UttanfyriList, skrivað í einum orði.

Tað sipar til list, sum verður skapað uttan fyri etableraða listastovnin av listafólkum, sum liva í útjaðaranum samfelagsliga.

Seminarið er eitt samstarv við leikbólkin Det Ferösche Compagnie, sum frumsýnir sjónleikin Lykkenborg 1. juni í Listastovuni í Miðvági.

Talan er um eitt ókeypis tiltak, sum er fyri øll, skrivar Fróðskaparsetur Føroya.

Skráin fyri seminarið


• 16.00 Vælkomin: Bergur Djurhuus Hansen, Ph.d., lektari í bókmentum og dekanur á Føroyamálsdeildini

• 16.05 Fyrilestur: Castles of Happiness: Outsider Art, Performance, and Spaces for Living, Bridget Escolme, professari í leiklist á Queen Mary University of London

• 16.50 Upplegg: Áskoðaraampi. Um leiklutin sum áskoðari og ábyrgdina fyri hvussu leikur ferst, Turið Nolsøe, Ph.d.-lesandi í retorikki

• 17.15 Samrøða: Verkætlanin Lykkenborg – Marita Dalsgaard, leiklistafólk, hevur samrøðu við Búa Dam, leikstjóra, Kristinu Ougaard, sjónleikara, Dánjal á Neystabø, tónleikara, um arbeiða við uppsetanini av nýskrivaða leikinum, Lykkenborg

• 18.00 Takk fyri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder