Mentan

Seks nýggjar bøkur frá Bókadeildini í november

Tvær av teimum – "Luddi og Lundisa fara langa leið" eftir Vár Berghamar Jacobsen og "Vanvarði" eftir Elina Michelsen – eru upprunaføroyskar

2022-11-21 17:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hendan mánaðin, í ársins sjeynda bókaumfari, gevur Bókadeild Føroya Lærarafelags út seks bøkur.

Tvær av teimum eru upprunaføroyskar, nevniliga "Luddi og Lundisa fara langa leið" eftir Vár Berghamar Jacobsen og "Vanvarði" eftir Elina Michelsen.

Bókadeildin lýsir bøkurnar soleiðis:

Vanvarði – Tóra bók tvey
Nú er onnur bókin í røðini um Tóru og Hulduheygg her! Alt er ein ruðuleiki aftan á kvartaroyndina. Tað er Tórusa skyld, at Silja bleiv blakað úr sínum kvarti og knappliga noyðist at vera reyð. Fyri Tóru merkir nýggja støðan, at hon ikki longur skal brúka sína reyðu gávu, men læra at brúka lilla. Men tað er lættari sagt enn gjørt, tí lilla er als ikki sum reyða, og Tóra stendur aftur á berum. Tóra flýggjar undan tonkunum og út í hagan, men knappliga er hon aftur við tann løgna varðan, sum hon sá áðrenn kvartaroyndina. Landslagið er fullkomiliga broytt, og krákan á
varðanum kráar ávarandi eftir henni.

Elin Michelsen hevur skrivað bókina. Vanvarði er ein ungdómsbók. Bókin er heft og 384 bls.

[object Object]

Sigrarin – Søgnin um eygnasteinin 4
Stríðið um eygnasteinin hevur ført Mirandu og Syrsu á Vesturlandið, um gróðrarmiklar, várligar akrar líka til drotningarbýin við teimum perluløgdu gøtunum. Har síggja tær fiskabúr, sum ikki hava sín líka, tær hitta eina, sum ger træskurðir
og møta gomlum kenningum aftur, millum annað henni, sum tær óttast mest av øllum ̶Iberis. Hvør er hon, og hvat ger hon í drotningarbýnum?

Karin Erlandsson hevur skrivað, og Guðrið Rubeksen týddi úr svenskum. Bókin er heft, 308 bls. og til tey uml. 10-12 ára gomlu.

[object Object]

Nógv tann elsti í loynifelagnum
Aftan á eitt stuttligt skúlaár hava vinfólkini, Eyð og Ragnar, fingið summarfrí! Oldingin, Ragnar, flytur inn á ellisheimið, og Eyð sleppur at vera hjá honum, meðan foreldrini eru til arbeiðis. Skjótt leggjast fleiri børn úr flokkinum aftrat, og í felag stovna tey eitt loynifelag og gera nógv burtur úr at finna út av, um fyristøðukvinnan á ellisheiminum er eitt veruligt fólk ella kanska bara ein óndur robottur uttan sál!

Bergrún Íris Sævarsdóttir hevur skrivað og myndprýtt. Þóra Þóroddsdóttir týddi úr íslendskum. Bókin er innbundin, 118 bls. og til tey uml. 7-9 ára gomlu.

[object Object]

Omma til sølu
Tað ringasta, sum Nita veit, er at vitja ommu. Hon er strong og ger løgnan mat. Kanska skuldi Nita bara selt hana?

Rebecca Wexelsen skrivaði, og Ella Okstad myndprýddi. Kristianna Poulsen týddi úr
norskum. Bókin er innbundin, 22 bls. og til tey uml. 5-6 ára gomlu.

[object Object]

Luddi og Lundisa fara langa leið
Luddi og Lundisa eru tvær fittar lundapisur, sum búgva í Mykinesi. Tær flúgva upp um dalar og fjøll. Sólin skínur. So verður alt myrkt. Brumm brumm brumm, hoyra tær. Knappliga eru tær í eini risastórari holu.

Vár Berghamar Jacobsen hevur skrivað, og Delia Ciccarelli myndprýddi. Bókin er innbundin, 34 bls. og til tey uml. 2-4 ára gomlu.

[object Object]

Mín fyrsti bóndagarður
Í hesi bókini finnur tú alt frá smáum, bleytum lombum til stórar, larmandi maskinur. Ein bók um lívið á bóndagarðinum, sum stór og smá kunnu stuttleika sær við.

Upprunaforlag er Dorling Kindersley, og Silja Aldudóttir týddi úr enskum. Bókin er ein pappbók, 26 bls. og til børn, sum eru uml. 0-1 ár.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder