
Í gjár var løgreglan úti og kannaði ferðsluna, og í hesum sambandi fingu seks bilførarar klipp í koyrikortið.
Fyrst var løgreglan úti og kannaði ferðsluna við Tofta skúla, og har fingu tveir bilførarar klipp fyri at hava børn í bilinum, sum ikki sótu rætt íbundin.
Síðani var løgreglan í Sjóvar kommunu og gjørdi ferðmátingar, og har vórðu tríggir bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt í bygdum øki.
Ein koyrdi 74 kilometrar um tíman, og hinir báðir koyrdu 75 kilometrar um tíman, hóast mest loyvda ferðin er 50 kilometrar um tíman. Tí fingu teir allir klipp.
Ferðmátingar vórðu eisini gjørdar í Runavík, og har varð ein lastbilførari tikin fyri at koyra 71 kilometrar um tíman í bygdum øki. Eisini hann fekk klipp.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald