Seks fólk eru deyð, og níggju eru særd í einum russiskum rakett- og dronuálopi á ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv í nátt, boðar borgarstjórin, Vitalij Klytjko frá á boðtænastuni Telegram í morgun.
Fleiri íbúðabygningar vórðu raktir í álopinum, og boðað varð frá fleiri eldsbrunum, skrivar Ritzau.
Eisini Russland boðar frá dronuálopum.
Í Rostov-landslutinum, sum er nær við markið til Ukraina, boðar virkandi guvernørurin, Jurij Sljusar frá, at trý fólk eru deyð og 16 fólk eru særd í einum ukrainskum dronuálopi.
Russiska verjumálaráðið sigur, sambært Reuters, at 249 ukrainskar dronur vórðu skotnar niður yvir Russland í nátt, harav 116 yvir Svartahavið og 92 yvir landslutirnir Krasnodar og Rostov.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald