2026-02-04 09:28
Hol verður sett á seinna dagin á ungdómstinginum klokkan 10.
Tá verða aðru viðgerðir og tá verður eisini atkvøtt um tey níggju lógaruppskotini og uppskotini til samtyktar, sum vóru til fyrstu viðgerð í gjár.
(Mynd: Jens Kr. Vang)
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Seinnapartin verður møguleiki hjá ungdómstingfólkunum at seta løgmanni og landsstýrisfólki munnligar spurningar.
Til ber at stroyma ungdómstingfundirnar og síggja uppskotini á ung.logting.fo.
Sí eisini: Myndir: Ungdómstingið 2026
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald