Mentan

Saveus á Voxbotn í summar

Hann gjørdist kendur sum vinnari av X Factor í 2008. Nú kemur hann til Føroya í summar undir navninum Saveus

2023-04-27 18:12 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tað munnu vera fleiri sum minnast Martin Hoberg Hedegaard, sum í 2008 vann X Factor 15 ára gamal.

Undir navninum Saveus, útgav hann hana fyrsta lagið í 2015, ið kallast Levitate Me og vann hann bæði virðislønir og toppaði hittlistar fyri hetta lagið. Árið eftir útgav hann lagið Everchanging, ið eisini var sera væl móttikið, í 2017 útgav hann eina EP Will Somebody Save Us sum eisini var væl móttikin og í 2018 útgav hann útgávuna Neuro ið var so væl dámd, at hann slapp av lata upp ‘Orange Scene’ á Roskilde festivali, ið má metast vera tað størsta fyri nógvar tónleikarar. 

Í 2022 útgav hann fløguna Rainman, ið rakti nýggjar hæddir fyri danska tónleikaran. Við hesari útgávuni hevur hann staðfest, at hann er ein av størstu donsku tónleikastjørnunum í nýggjari tíðum. Júst nú eru sangirnir Rainmain, Himalaya og Dark Vibrations í toppinum á donskum hittlistum. 

Nú sleppa vit at hoyra Martin og hinar í Saveus mitt í býnum í Havn, tá hann vikuskiftið 23. og 24. juni kemur á Voxbotn. 

Frammanundan er greitt, at Nathan Evans, Topgunn, Katrina frá Katrina & The Waves, RSP Faustix, Marius, Lamin, Artigeardit, Maggie Reilly, Eyðun og Terji og Lena Anderssen spæla.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder