Innanlands

Sáttmáli undirskrivaður um útbygging av Listasavninum

Høvuðsarbeiðstøkusáttmáli millum Landsverk og Sp/f Búsetur varð undirskrivaður 12. mars

Rói Stakkstund, verkætlanarleiðari, Landsverk, Ólavur Ellefsen, stýrisformaður, Listasavn Føroya, Marjun W. Thomassen, stjóri, Landsverk, Sjúrður Holm, stjóri, Sp/f Búsetur, Rógvi Holm, rakstrarleiðari, Sp/f Búsetur

2026-03-16 11:35 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

12. mars skrivaðu Landsverk og Sp/f Búsetur undir arbeiðstøkusáttmála um útbygging av Listasavni Føroya í Gundadali.

Landsverk er byggiharri vegna stýrið fyri Listasavn Føroya.

Listasavn Føroya hevur fingið tilsøgn frá útlendskum grunnum um tilsamans 41 mlliónir krónur til at umvæla, útbyggja og nútímansgera Listasavnið. Tórshavnar kommuna stuðlar verkætlanini við 5,5 milliónum krónum

Løgtingið samtykti 5. februar 2026 lóg um stuðul frá landinum til at fyrireika, umvæla, útbyggja og nútímansgera Listasavn Føroya.

Arbeiðið byrjar innan fáar vikur og tekur umleið tvey ár.

Landsverk

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder