Innanlands

Sáttmáli undirskrivaður um Rehabiliteringsdepil í Hoyvík

MT Højgaard Føroyar og Tórshavnar kommuna hava skrivað undir sáttmála um Rehabiliteringsdepilin

Mynd: MT Højgaard

Mynd: MT Højgaard

2019-05-03 14:24 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í gjár skrivaðu MT Højgaard Føroyar og Tórshavnar kommuna undir sáttmála um at byggja Umlættingar- og Rehabiliteringsdepil í Rólantsgøtu í Hoyvík til eldri borgarar í kommununi.

Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin hevur 28 kømur. Roknað verður við, at umleið 150 borgarar koma at hava uppihald á deplinum um árið. Depilin verður umleið 2.000 m2, boðar MT Højgaard frá.

MT Højgaard Føroyar, saman við Lofti arkitektum skulu gera arbeiði í heildararbeiðstøku.

[object Object]

(Ewald Kjølbro, deildarstjóri fyri MT Højgaard Føroyar og Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu)

placeholder
placeholder