Innanlands

Sáttmáli um Sambýlið við Rygsá undirskrivaður

Í sambýlinum, sum er til vaksin við autismu, verða 24 búpláss – Eftir ætlan verður verkætlanin liðug við árslok í 2027

(Mynd: Almanna- og heilsumálaráðið)

(Mynd: Almanna- og heilsumálaráðið)

2026-02-25 11:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í síðstu viku skrivaði Landsverk undir sáttmála við høvuðsarbeiðstakaran Articon, um at byggja nýggja sambýlið við Rygsá á Argjum.

Sambýlið við Rygsá, sum eftir ætlan verður liðugt við árslok í 2027, verður bygt til vaksin við autismu.

Sambært Almanna- og heilsumálaráðnum verða 24 búpláss í sambýlinum, skipað í fýra eindum við seks íbúðum í hvørjari eind. Í hvørjari eind verða tvær íbúðir serliga lagaðar til fólk, sum hava stóran tørv á at vera vard fyri óljóði og órógvi.

Í øllum eindunum verða felagshøli og felagskøkar, og allar íbúðir kunnu hava egna inngongd uttanífrá.

Bygningurin verður 2.090 fermetrar til støddar og verður bygdur í forskotnum hæddum eftir lendinum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder