Innanlands

Sáttmáli gjørdur um Framvit

Talan er um skúlasamstarv millum Eysturkommunu og Fuglafjarðar Kommunu, sum er galdandi næstu 20 árini

Hanna Jensen, landstýriskvinna í Mentamálum, saman við borgarstjórunum: Jóhan Christiansen og Sonna á Horni - Mynd: Eysturkommuna/Fuglafjarðar Kommuna

Hanna Jensen, landstýriskvinna í Mentamálum, saman við borgarstjórunum: Jóhan Christiansen og Sonna á Horni - Mynd: Eysturkommuna/Fuglafjarðar Kommuna

2019-07-15 16:18 Author image
Agnar Prestá

Seint í seinastu viku skrivaði landstýriskvinnan í skúlamálum, Hanna Jensen, undir sáttmálan um nýggja skúlasamstarvið Framvit.

Framvit er heitið á nýggja skúlasamstarvinum, sum umfatar 8. og 9. flokk úr Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu. Kommunurnar hava leingi samstarvað um framhaldsdeildina, har næmingar úr Leirvík og Gøtu eru farnir til Fuglafjarðar at ganga. 

Kommurnar boða á heimasíðum sínum frá, at við samstarvinum vilja grannakommunurnar taka lógvatak saman til frama fyri ungdómin og skúlaskapin 20 ár fram í tíðina.

placeholder
placeholder