Uttanlands

SAS-flogfar neyðlendi í Malmo

Flogfarið var á veg úr Kastrup til Póllands í gjárkvøldið. Eingin av teimum 63 fólkunum umborð komu til skaða

Eitt SAS-flogfar setur seg her í Vágum

Eitt SAS-flogfar setur seg her í Vágum

2019-08-23 07:26 Author image
Agnar Prestá

Í gjárkvøldið, beint áðrenn klokkan 21.30 føroyska tíð, neyðlendi eitt flogfar hjá SAS í Sturup Lufthavn, beint við Malmö. Talan var ikki um nakra ógvusliga lending; TV2 lýsir tað sum eina "sikkerhedslanding". 

Hon varð neyðug, tí at roykur var komin í kabinuna. Talan var ikki um nakran eld, helst sambært tí sum umboð frá bjargingartænastuni greiddi Aftonbladet frá, var at luftskipanin var vorðin ov heit.   

63 fólk vóru umborð á SAS-flogarinum, ið var ávegis til Warszawa - eingir trupulleikar vóru viðvíkjandi lendingini og eingin fekk nakran skaða. Súrevnismaskurnar umborð vóru tó tiknar í brúk. 

SAS váttar hetta fyri DR, og at flogfarið, ið fór úr Kastrup klokkan 21.49 lokala tíð, lendi aftur 30-35 minuttir eftir hetta í Svøríki. 

Flogfarið setur aftur kósina móti póllendska høvuðsstaðnum í morgin

placeholder
placeholder