Innanlands

SAS: Einki er skandinaviskt

Skandinaviska flogfelagið er komið í stórar trupulleikar orsaka av eini reklamu um at ferðast

Ikki eingang 'kjöttbullarnir' eru svenskir, sambært reklamufilminum hjá SAS

Ikki eingang 'kjöttbullarnir' eru svenskir, sambært reklamufilminum hjá SAS

2020-02-12 13:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Flogfelagið SAS tók í dag ein lýsingafilm av aftur teimum sosialu miðlunum, eftir ógvusligar reaksjónir frá eitt nú Facebook-brúkarum.

Ritzau skrivar, at felagið hevur illgruna um, at talan er um eitt skipað álop á sosialu miðlarnar, har vreiðar røddir ljóða móti reklamufilminum, hvørs boðskapur er, at onki kemur úr Skandinavia.

- Vit síggja eitt mynstur, sum gevur okkum ein illgruna um, at hetta er talan um eitt sokallað cyber-álop, og at okkara kampanja er tikin gísli, skrivar SAS í eini viðmerking.

- Vit vilja ikki vera mál fyri virðir hjá øðrum. Tí hava vit tikið filmin av okkara sosialu vangum, meðan vit umhugsa hvat gerast skal, skrivar flogfelagið.

Filmurin ”SAS – what is truly Scandinavian” kann síggjast her:

 

Yvir 550.000 fólk sóu filmin á Facebook áðrenn hann varð tikin avaftur, og hevur fingið 22 ferðir fleiri ”interaksjónir” enn slíkar dagføringar á Facebook plaga at fáa.

Hóast SAS hevur tikið filmin av sínum vangum, ber til at síggja hann á YouTube, tí fleiri hava deilt filmin.

Í filminum verður ført fram, at einki stavar úr Skandinavia, men at alt er heimtikið uttan úr heimi.

- Hvat er í veruleikanum skandinaviskt? spyr ein kvinnurødd í filminum.

- Als einki, svarar hon.

Filmurin vrakar ímyndina av fleiri hugtøkum og tingum, sum annars verða sett í samband við Danmark, Noreg og Svøríki.

So sum fólkaræðið, ið stavar úr Grikkalandi, rugbreyðið, sum er turkiskt, vindmyllurnar eru úr Persia, súkklurnar úr Týsklandi og lakress úr Kina.

Boðskapurin í filminum hjá SAS er, at vit fáa íblástur av at ferðast út í verðina og taka tað við okkum heimaftur, sum okkum dámar.

Flogfelagið vísir á, at tey ikki angra innihaldið í filminum.

- SAS er eitt skandinaviskt flogfelag, sum flytir fólk til og frá og millum londini í Skandinavia. Vit stuðla boðskapinum í filminum, sum snýr seg um, at ferðir ríka okkum.

- Tá vit ferðast, ávirka vit onnur og verða ávirkað. Tær royndir, sum vit taka við okkum á ferðum, ávirka okkum sum einstøk menniskju, og eisini okkara samfeløg.

- Vit í SAS eru errin av okkara skandinaviska uppruna og teimum virðum, ið myndar okkara opna, javnsetta og demokratiska samfelag, skrivar SAS í dag.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder