Innanlands

Sanna á Løgmansbø nýggj forkvinna í Pedagogfelagnum

Hon vann valið so ruddiliga við 1093 atkvøðum. Fyrrverandi formaðurin fekk 255 atkvøður

Sanna á Løgmansbø (Mynd: Privatmynd)

Sanna á Løgmansbø (Mynd: Privatmynd)

2024-03-02 16:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sanna á Løgmansbø er nýggj forkvinna í Pedagogfelagnum.

Kringvarpið hevur fingið hendur á tølunum fyri talgildu atkvøðuna, har limir hava atkvøtt frá 14. februar til á middegi í gjár.

Nýggja forkvinnan fekk 1093 atkvøður, og fyrrverandi formaðurin, Jógvan Philbrow fekk 255 atkvøður.

1.800 limir hava valrætt í Pedagogfelagnum, og luttøkan í atkvøðugreiðsluni var 74 prosent.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder