2025-12-18 15:26
Dagføring kl. 16:44: Tunnilin er latin upp aftur kl. 16:19.
--
Sandoyartunnilin er stongdur í løtuni. Av løgreglustøðini verður upplýst, at ein lastbilur misti eitt dekk, sum rullaði í gronina á einum persónbili.
Tíbetur er eingin fólkaskaði, men materielli skaðin er at síggja til stórur og bilurin fær ikki koyrt víðari, sigur løgreglan.
Sløkiliðið og løgreglan eru júst komin á staðið og skulu rudda økið áðrenn tunnilin letur upp aftur.
Júst hvussu leingi tað verður er ógreitt, verður upplýst av løgreglustøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald