Uttanlands

Sánchez útskrivar val í Spania

Val skuldi í seinasta lagi vera 22. august 2027, men tað verður longu 29. november í ár.

Pedro Sánchez hevur verið forsætisráðharri í Spania síðan 2018 (Mynd: Ludovic Marin/AFP/Ritzau Scanpix)

Pedro Sánchez hevur verið forsætisráðharri í Spania síðan 2018 (Mynd: Ludovic Marin/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-10-05 09:51 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Spanski forsætisráðharrin, Pedro Sánchez boðaði í morgun frá, at hann hevur skrivað út val til 29. november.

Sánchez segði at tað er neyðugt at endurnýggja stuðulin frá fólkinum og vinna ein størri framburðarhugaðan meiriluta í tinginum.

– Ein meiriluti, sum vil loyva okkum at vinna á seráhugamálum, gera nýggj sosial framstig og halda fram at broyta Spania, segði hann í røðu fyri sponsku tjóðini í morgun.

Sánchez úr sosialistiska arbeiðaraflokkinum hevur verið forsætisráðharri í Spania síðan 2018.

Seinast val var í Spania var í 2023, og skal næsta val vera í seinasta lagi 22. august 2027, skrivar Ritzau.

Mótmælisfólk hava verið á gøtunum og kravt, at stjórnin ger okkurt fyri at bøta um bústaðarmarknaðin, sum sambært teimum er vorðin ov dýrur bæði hjá keyparum og leigarum.

Men fríggjadagin miseydnaðist minnilutastjórnini hjá Sánchez at samtykkja eitt uppskot, sum skuldi bøta um nakrar av avbjóðingunum hesum viðvíkjandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder