Innanlands

Samtyktu fíggjarlógina við aðru viðgerð

Tingið hevur síðani seinnapartin viðgjørt fíggjarlógina fyri 2021. Um ellivutíðina varð atkvøtt í málinum

2020-12-14 23:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Síðani klokkan 14 í dag hevur løgtingið havt aðru viðgerð av fíggjarlógini fyri 2021. Tingfundurin varð avbrotin í nøkrum førum orsakað av tekniskum trupulleikum, men um ellivu tíðina varð atkvøtt í málinum.

Broytingaruppskotini frá andstøðuumboðunum í fíggjarnevndini fullu.

Meirilutin í fíggjarnevndini legði eitt broytingaruppskot fram, sum hevur við sær, at hallið á fíggjarlógini fyri 2021 verður 212,9 milliónir krónur.

Hetta broytingaruppskotið varð samtykt, og fíggjarlógin soleiðis broytt varð samtykt við 17 fyri, einum ímóti og trettan blankum atkvøðum.

Fíggjarlógin skal sostatt til triðju og seinastu viðgerð. Enn er ikki greitt júst nær, men tað verður avgreitt áðrenn tingið fer í jólafrí.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder