Uttanlands

Samskiftiskaðal til Hetlands slitnaður

Arbeitt verður við at flyta ferðsluna yvir á aðrar kaðalar og telesambond

Stórur partur av Hetlandi er uttan telesamskifti í løtuni (Savnsmynd: visualhunt)

Stórur partur av Hetlandi er uttan telesamskifti í løtuni (Savnsmynd: visualhunt)

2022-10-20 12:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein samskiftiskaðal millum Hetland og bretska meginlandið slitnaði í morgun.

Telefon- og internetsambandið er lutvíst rakt, og talgildar tænastur, sum pengaautomatir og gjaldskortlesarar rigga ikki.

Eisini er vandi fyri, at hjálparalarmir til fólk, sum hava hjálp fyri neyðini, ikki virka, skrivar Shetnews.

Vandi er fyri, at tað ikki lukkast at fáa sambandið aftur fyrr enn einaferð leygardagin, upplýsir oyggjastýrið.

Løgreglan heitir á hetlendingar um ikki at gera óneyðugar telefonuppringingar so at telefonlinjurnar kunnu brúkast til neyðsynjartænastur.

BBC skrivar, at arbeitt verður við at fáa netsambandið millum Hetland og Føroyar upp at koyra eftir at eitt brek varð staðfest á sambandinum í farnu viku.

Nakrar av linjunum á landi virka, og so eisini tað sambandið, sum fer gjøgnum føroyska Shefa-sambandið, skrivar Shetnews.

Floghavnin í Sumburg er enn opin hóast netsambandi ikki er til floghavnina, og fersambandið heldur ikki riggar.

Ein talsmaður fyri British Telecom, BT, sigur, at orsøkin er brot á undirsjóvarkápli hjá triðja parti millum Hetland og skotska meginlandið.

Hann upplýsir, at teknikarar arbeiða við flyta ferðsluna yvir á onnur sambond.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder