Uttanlands

Samráðingarnar millum Iran og USA halda fram hósdagin

Partarnir hittast í Genève í Sveis hósdagin

Abbas Araghchi, uttanríkismálaráðharri í Iran (Mynd: EPA)

Abbas Araghchi, uttanríkismálaráðharri í Iran (Mynd: EPA)

2026-02-23 16:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Samráðingarnar millum USA og Iran halda fram í Genève í Sveis hósdagin, váttar Badr Albusaidi, uttanríkismálaráðharri í Oman, sum hevur meklað í samráðingunum millum londini.

Í farnu viku hittust partarnir eisini í Sveis til samráðingar, men einki ítøkiligt úrslit kom burturúr.

Sunnudagin segði iranski uttanríkismálaráðharrin, Abbas Araghchi tó, at eitt uppskot til eina avtalu kann vera klárt innan fáar dagar.

Amerikanski forsetin, Donald Trump hevur hótt við at leypa á Iran, um landið ikki ger eina nýggja kjarnorkuavtalu. Iranski uttanríkismálaráðharrin hevur eisini sagt, at Iran hevur rætt at verja seg, um landið skuldi verið undir álopi, skrivar Ritzau.

Endamálið við samráðingunum millum USA og Iran er at fáa í lag eina avtalu um kjarnorku, sum kann koma í staðin fyri avtaluna frá 2015, sum USA tók seg úr undir fyrra forsetaskeiðnum hjá Trump.

Sambært gomlu avtaluni skuldi Iran minka um nøgdina av ríkaðum urani, meðan USA skuldi strika revsitiltøk móti Iran.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder