Innanlands

Samráðingarnar byrjaðar: Bert floksformenninir í fyrstu syftu

Beinir Johannesen, Bárður á Steig Nielsen og Aksel V. Johannesen hava sett seg saman í bygninginum hjá Havnar Arbeiðarafelag

Tað er við Beini Johannesen á odda, at ítøkiligu ABC-samráðingarnar nú fara í gongd (Mynd: Sverri Egholm)

Tað er við Beini Johannesen á odda, at ítøkiligu ABC-samráðingarnar nú fara í gongd (Mynd: Sverri Egholm)

2026-03-30 10:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrst sótu flokkarnir hvør sær í tingbólkunum í hølunum í Løgtinginum. Og fyri lítlari løtu síðani fóru fyrrverandi løgmenninir Akseli V. Johannesen og Bárður á Steig Nielsen og samráðingarleiðarin Beinir Johannesen stutt leiðina yvir í hølini hjá Havnar Arbeiðarafelag - hinumegin brekkuna millum tann bygningin og løgtingsbygningin.

Har hava løgtingsfólk kontórhøli, og í mun til undanfarnar samráðingar, verður tað har. at samráðingar um ABC-samgongu fara fram. Í øllum førum í fyrstu syftu.

[object Object]
Á veg yvirum...

[object Object]

[object Object]Og síðani inn - frammanfyri einari fjøld av fjølmiðlafólki (Myndir: Sverri Egholm) 

Í fyrstu syftu eru tað bert Beinir Johannesen, Bárður á Steig Nielsen og Aksel V. Johannesen, floksformenninir, sum tosa saman.

Sí eisini: Beinir roynir at finna felags stev við Bárði og Akseli

Óvist er, nær hini 19, sum eru vald inn fyri Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin veruliga gerast partur av samráðingunum.

Portalurin og FM1 fylgja samráðingunum tætt næstu tíðina, og hava vit viðmerking frá Bárði á Steig Nielsen skjótt - umframt meira frá samráðingunum í tíðindunum á FM1 klokkan 12

[object Object]Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin, bíðar spentur (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder