Innanlands

Samráðingarleiðarin: - Tað fáa tit at síggja tá samgonguskjalið er undirskrivað

Tað var niðurlagið hjá Beiniri Johannesen á brandtrappuni í dag - men fólkafloksformaðurin kundi eisini staðfesta, at "onkur stór semja er gjørd", og at Smyril hevur ávirkað samráðingarnar nakað

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-04-04 17:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Fólkini skulu sleppa at halda páskir. Men sjálvsagt... vit eru í 2026, og harvið kann man halda sambandið á ymsan hátt, og tað fara vit eisini at gera.

Hetta staðfesti Beinir Johannesen, tá vit til seinast spurdu samráðingarleiðaran, hvør ætlanin er eftir dagsins samráðingar. 

Vit vóru staddir á brandtrappuni uttanfyri skrivstovubygningin hjá Løgtinginum. Har hittust tey í Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum fyri fjórðu ferð í vikuni. Endamálið er at fáa eitt samgongskjal í pottin áðrenn 10. apríl.

Sí eisini: Myndir: Tingingar, tutl og tjógv

Mikudagin róði formaðurin í Fólkaflokkinum fram undir, at eitt útkast til slíkt skjal kundi verða til reiðar fyri sjálvar páskadagarnar. Tað vil siga í kvøld.

So bjartskygdur er Beinir Johannesen ikki í dag, men at 29-ára gamli klaksvíkingurin er bjartskygdur staðfesti hann enn einaferð - og at "tað fer at taka tað tíð, tað tekur", og "tað eru tríggir ymiskir flokkar".

Sum hinar dagarnar er tað bert samráðingarleiðarin, sum tosar alment, og Beinir Johannesen vil ikki fortelja alt ov nógv. Ikki um møguligt statslán til Suðuroyartunnilim, hægri/frystan blokk, hægri ella lægri tilfeingsgjøld o.s.fr: 

- Tað fáa tit at síggja tá samgonguskjalið er undirskrivað, var niðurlagið.

Hoyr samrøðuna við Beinir Johannesen ovast

Hetta verður eftir ætlan liðugt í seinasta lagi fríggjadagin. Flokkarnir sita nakrar tímar afturat í dag, og týsdagin 7. apríl hittast tey í A, B og C aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder