Uttanlands

– Samráðingar við Iran byrja í dag

Tað sigur amerikanski forsetin, Donald Trump

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: Anna Moneymaker/AFP/Ritzau Scanpix)

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: Anna Moneymaker/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-08-03 08:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

USA fer í dag undir nýggjar samráðingar við Iran, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump, eftir at hann um vikuskiftið boðaði frá, at USA og Ísrael høvdu droppað ætlanir um umfatandi álop á Iran.

Farið verður undir samráðingar seinnapartin, sigur Trump sambært Ritzau.

– Tað, vit gera nú, er, at vit tosa við tey sum partur av samráðingum. Tað byrjar seinnapartin í morgin (mánadagin).

Sambært amerikanska forsetanum var tað eftir áheitan frá bæði Iran og øðrum londum í Miðeystri, at USA og Ísrael droppaðu álopið á Iran.

Kríggið millum USA, Ísrael og Iran byrjaði 28. februar, og hóast samráðingar hava verið, er eingin endalig avtala komin uppá pláss enn.

Les eisini: Droppa ætlað álop á Iran

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder