Seinna umfarið av samráðingunum í Abu Dhabi er liðugt, boðar talsfólk hjá ukrainska trygdarráðgevanum, Rustem Umerov frá seinnapartin sambært Ritzau.
Talan er um trípartasamráðingar millum Ukraina, Russland og USA, sum snúgva seg um at fáa ein enda á krígnum millum Russland og Ukraina.
Talsfólk hjá Sameindu Arabisku Emiratunum sigur, at lagið var uppbyggjandi og jaligt, og russiska uttanríkismálaráðið sigur, at russar framvegis eru opin fyri víðari samskifti.
Tað var frammanundan ætlanin, at samráðingarnar skuldu enda í dag.
Fyrsta samráðingarumfarið í gjár snúði seg m.a. um spurningin um landaøki sum hevur verið eitt av málunum, sum russar og ukrainar hava verið ósamdir um. Russar hava kravt, at m.a. ukrainska Donbas-økið, sum umfatar landslutirnir Luhansk og Donetsk, verður viðurkent sum russiskt øki.
Les eisini: Ukraina og Russland hava umrøtt landaøki - enn er einki komið burturúr
Tað er ikki boðað frá nøkrum ítøkiligum úrsliti av samráðingunum, men ukrainski forsetin skrivar á sosiala miðilin X, at samráðingarnar hava verið "uppbyggjandi", og at fleiri fundir møguliga vera á skránni í komandi viku.
Zelenskyj sigur, at ein liti er gjørdur yvir evni til ein møguligan komandi fund, um partarnir eru sinnaðir at fara víðari, og tað eru tey í Ukraina, leggur hann afturat sambært TV 2.
Les eisini: Kyiv raktur av stórum russiskum dronuálopi í nátt
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald