Troels Lund Poulsen, formaður í Vinstra er nú samráðingarleiðari, og samráðingar byrja mánamorgunin, boðar hann frá á Facebook.
– Allir flokkar á fólkatingi og norðuratlantisku fólkatingslimirnir verða bodnir við.
Vinstra-formaðurin sigur, at floksfelagar hansara eru "væl fyrireikaðir til uppgávuna, og eru teir sjálvandi farnir í arbeiðsklæðini um vikuskiftið".
Les eisini: – Ynski Troels alt tað besta
Troels Lund Poulsen nevnir m.a., at íløgur skulu gerast í børn, heilsu og eldri, umframt at tað skal verða bíligari at vera dani. Eisini skal Danmark hava ein strangan útlendingapolitik, tryggja reint drekkivatn, bøta um djóravælferðina og gera íløgur í verju.
Hann nevnir einki um, at hann ætlar sær at gerast næsti forsætisráðharri í Danmark, ella hvørjir flokkar hann møguliga kann skipa stjórn saman við.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald