Innanlands

Samgonguskjalið sum so í pottinum - nú snýr tað seg um málsøkini

Samgonguskjalið verður nú reinskrivað og rættlisið, og vit eru byrjaði at hyggja uppá, hvussu landsstýrið skal síggja út, staðfestir Beinir Johannesen

Beinir Johannesen undir samráðingunum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Beinir Johannesen undir samráðingunum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-04-07 17:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Nú sita vit og diskutera, hvussu málskøkjabýti skal vera, meðan samgonguskjalið verður reinskrivað og rættlisið.

Hetta staðfesti Beinir Johannesen, samráðingarleiðar, fyri Portalinum og FM1 fyri lítlari løtu síðani.

Ein stór vika við realitetssamráðingunum er farin aftur um bak, og tað hevur gingið so mikið væl, at undirskriftir fara at nærkast hjá Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum.

Tað er tó málsøkjabýti og tal av aðalráðum, sum skal ásetast, og tað kann gerast ein knútur: Millum flokkarnar og í flokkunum.

Í løtuni síggja flokkarnir út til at hava funnið nógvar semjur, og fólk í og kring samráðingarnar eru spent og í góðum lagi: Tað nærkast til ein ABC-samgonga kemur í lag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder