Innanlands

Samgongan og Miðflokkurin samdust um broyting

Nú verður loyvt at flyta ófiskaðar kvotur fyri 2018 til 2019. Tá avtornaði var stórur meiriluti fyri uppskotinum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-05-03 21:00 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Tað hevur verið drúgv viðgerð av uppskotinum hjá Høgna Hoydal um broytingar í lógini um sjófeingi. Uppskotið snúði seg í høvuðsheitum um, at loyvt skuldi verða at flyta ófiskaðar kvotur, sum vórðu lutaðar í 2018, til 2019. Talan er eisini um menningarkvotur, har rættiliga stórur partur ikki varð fiskaður. 

Bæði andstøða og samgonga hava verið samd um, at loyvt skal verða at flyta kvoturnar um ár. Men meðan samgongan vildi hava fleiri broytingar ígjøgnum, vildi andstøðan at einans varð atkvøtt um loyvi at flyta kvotur. Og á fyrsta fundi í dag, var broytingaruppskot hjá andstøðuni, sum strikaði fleiri tættir í uppskotinum hjá samgonguni, samtykt. Tí var líkt til, at andstøðan sigraði í hesum máli, sum hevur verið til 2. viðgerð tvær ferðir, eftir at tað varð atkvøtt aftur í nevnd mánadagin. 

Men tingfundur, sum skuldi verða klokkan 16.30 í dag, varð útsettur, tí samgongan vildi hava ávísar ásetingar, sum vórðu strikaðar til 2. viðgerð í morgun, aftur í lógina. Tá avtornaði gjørdi samgongan semju við Miðflokkin, sum gjørdi at ymsikar fyrisitingarligar broytingar komu við í uppskotið aftur við broytingaruppskoti, sum 18 atkvøddu fyri, meðan 13 atkvøddu ímóti. 

Eftir hetta skuldi uppskotið endaliga samtykkjast, og tá tóku sambandsflokkurin og Sjálvstýri eisini undir við uppskotinum. Ongin í Fólkaflokkinum tók undir við uppskotinum, men Elsbeth Mercedes Gunleygsdóttir atkvøddi blankt. 

 

 

placeholder
placeholder