Innanlands

Nýggja samgongan fer at gera eina langtíðarløguætlan fyri næstu 10 árini

Miðað verður eftir, at løgukarmurin er áleið átta prosent av samlaðu fíggjarlógini - spurningar hava stungið seg upp, hvar haldføri og fíggingin er í samgonguskjalinum

Í valstríðnum hevur verið tosað um eina løguætlan, har yvirlit fæst yvir stórar verklætanir -Aksel V. Johannesen skal standa á odda fyri hesum (Mynd: Sverri Egholm)

Í valstríðnum hevur verið tosað um eina løguætlan, har yvirlit fæst yvir stórar verklætanir -Aksel V. Johannesen skal standa á odda fyri hesum (Mynd: Sverri Egholm)

2026-04-09 18:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað er torført at síggja hetta sum eitt fíggjarpolitiskt haldført samgonguskjal, sigur Johnny í Grótinum.

- Her blunka nakrar reyðar perur, og mítt fyrsta inntrykk er, at landskassin verður verri fyri eftir hetta samgonguskeiðið, stafestir Ruth Vang.

Formaðurin í Búskaparráðnum og skjótt fyrrverandi landsstýriskvinnan hava í viðtalum við FM1 í dag, funnist at vantandi fíggingini í samgonguskjalinum.

Sí alt skjalið her

Har verður millum annað staðfest, at fólk skulu ikki áleggjast fleiri skattir og avgjøld, og at fleiri frádráttir og annað verða.

Men hvussu við rakstrinum og íløgunum?

Í valstríðnum hevur verið tosað um eina løguætlan, har yvirlit fæst yvir stórar verklætanir, og í samgonguskjalinum stendur, at "miðað verður eftir, at løgukarmurin er áleið átta prosent av samlaðu fíggjarlógini".

Júst hvussu nógv tað er, verður óvist, men tað verður Aksel V. Johannesen, sum skal umsita fíggjarmál.

Hann skal standa á odda fyri at gera eina langtíðarløguætlan fyri næstu 10 árini. Herav verður mest sannlíkt nógv til Suðuroyartunnilin, sum júst skjótt fyrrverandi løgmaður hevur staðið á odda fyri.

Og Suðuroyartunnilin? Hann framgongur so at siga ikki í samgonguskjalinum. Tað málið koyrir sína gongd.

Les eisini: Blokkurin verður frystur á 541 milliónum hetta valskeiðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder