Innanlands

Samferðslan tarnað í dag

Ongin sigling um Skopunarfjørð fyrrapartin - fleiri bygdaleiðir standa stillar

Teistin verður liggjandi í Skopun fyrrapartin (Vevmynd: Landsverk)

Teistin verður liggjandi í Skopun fyrrapartin (Vevmynd: Landsverk)

2023-02-09 08:07 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Aldan er so mikið høg í morgun vestan fyri oyggjarnar, at tað ikki er siglandi um Skopunarfjørð fyrrapartin.

Heimasíðan hjá Strandfaraskipum Landsins upplýsir í morgun, at fyrsti túrur hjá Teistanum úr Skopun í dag verður gjørdur klokkan 12.30. Síðsti túrur hjá Teistanum í dag verður longu klokkan 16.35, tí tá verður hann lagdur, tí tað eru tekniskar umvælingar, ið skulu gerast.

Ongin sigling er út í Hest, og Hassfjord siglir heldur ikki í dag.

Fleiri bygdaleiðir standa eisini stillar í løtuni. Leiðirnar 100 til Vestmanna, 101 til Gomlurætt, 300 til flogvøllin, 350 til Sørvágs og Bíggjar, 601 til Dals og 701 til Famjins og Sandvíkar koyra ikki. Nærri boð koma út á fyrrapartin, boðar Strandferðslan frá.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder