Innanlands

Sambandsflokkurin setur orð á bæði valini samstundis

Tíðindafundur á Hotel Brandan klokkan 10, har Bárður á Steig Nielsen, formaður, og Anna Falkenberg, næstforkvinna og fólkatingsumboð, leggja fram

Bárður á Steig Nielsen, formaður, og Anna Falkenberg, næstforkvinna og fólkatingsumboð. Anna Falkenberg stillar upp til bæði valini

Bárður á Steig Nielsen, formaður, og Anna Falkenberg, næstforkvinna og fólkatingsumboð. Anna Falkenberg stillar upp til bæði valini

2026-03-11 07:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru 13 dagar til fólkatingsvalið og 15 dagar til løgtingsvalið, og tað er í hesum døgum, at valskráirnar hjá flokkunum verða lagdar fram.

Mánadagin var tað Tjóðveldií gjár var tað Fólkflokkurin, og í dag eigur Sambandsflokkurin tørn.

- Mikudagin 11. mars klokkan 10 fer Sambandsflokkurin at leggja fram sína valskrá til fólkatingsvalið 24. mars og løgtingsvalið 26. mars. Í hesum sambandi verður skipað fyri tíðindafundi á Hotel Brandan.

Hetta skrivar flokkurin í fráboðan.

Listi B hevur fingið sjey tingfólk á teimum báðum seinastu løgtingsvalunum - síðani 2022 hevur flokkurin verið í andstøðu.

Sambandsflokkurin hevur havt umboð á Fólkatingi hetta skjótt farna valskeiðið, og eisini flestu av valskeiðunum í hesari øldini.

Seinastu árini hevur tað verið Anna Falkenberg, ið nú stillar upp til bæði valini.

Bæði valini verða sett á breddan á Hotel Brandan fyrrapartin. Bárður á Steig Nielsen, formaður, og Anna Falkenberg, næstforkvinna og fólkatingsumboð fara at leggja valskránna fram.

Portalurin og FM1 vera til staðar til tíðindafundin. Meira seinni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder