Innanlands

Sambandsflokkurin sáar iva um linjuføring: - Ikki fult upplýst grundarlag

Aksel V. Johannesen skal hava fund við umboð úr hinum poltitsku flokkunum mikudagin - Bárður á Steig Nielsen vil, at tunnilsbólkurin og Tunnilsfelagð tosa saman

2025-11-11 20:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Vit sum politkkarar mugu hava fult upplýst grundarlag at taka støðu útfrá, og tað meta vit okkum ikki hava í løtuni. Tí vilja vit hava, at hesir báðir serfrøðingabólkarnr tosa saman, so vit hava fult upplýst grundarlag

Bárður á Steig Nielsen staðfesti í Degi&Viku í kvøld, at fundur hevur verið við Tunnilsbólkin, ið fylgir ætlanunum og gongdin við Suðuroyartunnlinum og hareftir ger viðmerkingar. Her eru nakrar upplýsingar komnar fram, sum Tunnilsfelagið ikki legði fram fyri Sambandsflokkurinum og øðrum flokkum í oktober.

Útfrá hesum hevur Sambandsflokkurin sátt iva um breiðu politsku undirtøkuna fyri linjuføring 1A. Henda linjuføringin fer úr Djúpadali til Sandvíkar, men við atkomutunli til Skúvoyar.

Sí eisini: Semja um at Suðuroyartunnilin skal vera úr Djúpadali

Linjuføringin er grundarlagið undir lógaruppskotinum. Men longu tá avgerðin skuld fella, vóru kritiskar røddir frammi um, at flokkarnir høvdu alt ov lítið av tí og alt ov lítið grundarlag fyri at taka avgerðina. 

Síðani hevur eisini verið talað at. Serliga á Sandoynni, har nógv standa spyrjandi og vísa á, at linjuføringin er eitt ov stórt inntriv í Sands bygd. Tað er komið so langt, at nevndin í Sandoyar Tjóðveldisfelag hevur hótt við at leggja frá sær og melda seg úr flokkinum, um linjuføring 1A verður veruleiki.

Umhvørvisfelagskapir hava eisini talað at, og fólkafundur var um Suðuroyartunnilin í Finsen í kvøld

Les eisini: Lokalfeløg í Sandoynni kunnu ikki góðtaka ætlaðu linjuføringina

Fundur um støðuna í morgn

Í Degi&Viku kom eisini fram, at Aksel V. Johannesen fer at hava fund við poltisku flokkarnar í morgin, mikudagin.

Júst hvat løgmaður fer at leggja á borðið er ógreitt, men Bárður á Steig Nielsen vísir í kvøld á, at Sambandsflokkurin hevur eitt grett ysnki um, at serfrøðingarbólkarnir tosa saman. Millum annað so at støðan verður greiðari.

Helst verða vit nakað klókari í morgin - kanning hjá Portalinum í síðstu viku vísti, at ógvuliga lítil undirtøka er millum veljarar fyri linjuføringini, sum landsstýrið og tunnilsfelagið mæla til.

Dagført: 21.11

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder