Innanlands

Sambandsflokkurin: Ríkisfelagsskapurin gevur Føroyum møguleikar - Tjóðveldi: Ein føroyskur sigur

Tað er ógvuliga ymiskt, hvussu flokkarnir yðst hvør sínu megin á loysing-samband ásanum tulka avgerðina hjá Grein 6-nevndini

- Føroyar vunnu aftur á donskum betongløgfrøðingum á teirra egna heimavølli, stendur millum annað undir uppslagið við Høgna Hoydal (Savnsmynd: Sverri Egholm)

- Føroyar vunnu aftur á donskum betongløgfrøðingum á teirra egna heimavølli, stendur millum annað undir uppslagið við Høgna Hoydal (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-09-11 17:13 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Føroyar vunnu aftur á donskum betongløgfrøðingum á teirra egna heimavølli. Júst sum væntað, so vundu føroyskir løgfrøðingar burturúr tí danska Justitsministeriinum í málinum um WTO. Og júst sum væntað, so verða nýggj hegn sett upp, har vit hava traðkað eitt niður.

Soleiðis skrivar Tjóðveldi í einum av sínum mongu uppsløgum á sosialu miðlunum í gjár. Hetta eftir at tað gjørdist greitt, at grein 6 nevndin í gjár kom fram til, at Føroyar kunnu søkja um limaskap í WTO.

Hetta var løgfrøðiliga niðurstøðan hjá landsstýrinum, áðrenn viðgerðin byrjaði.

Sum so er tulkingin hjá Tjóðveldi, sum er løgd út saman við einari mynd og útsøgnin hjá Høgna Hoydal, ikki skeiv: Føroysku umboðini í serstøku nevndini vunnu á teimum donsku embætisfólkunum.

Les meira: Hægstirættur valdi føroysku síðuna

Bæði í hesum uppslagnum og í einum við Sirið Stenberg verður gjørt greitt, at nú eru størri sigrar fyri Føroyar á skránni. Her verður serliga sipað til sjálvstýri. Bæði núverandi forkvinna og fyrrverandi formaður floksins vísa á, at føroyingar ongantíð" geva upp móti dønum, sum eru trekir at geva viðurkenning.

- Ríkisfelagsskapurin er rúmligur og nútíðarhóskandi.

Ikki óvæntað sær Sambandsflokkurin málið gjøgnum einar heilt aðrar brillur enn Tjóðveldi. Hetta var í stóran mun ein sigur og ein góður dagur fyri ríkisfelagsskapin er staðfstingin hjá sambandsfólki: 

- Niðurstøðan hjá grein-6 nevndini staðfestir, at ríkisfelagsskapurin gevur Føroyum møguleikar (...) Niðurstøðan er greið: Føroyar kunnu hava limaskap í egnum navni og gerast sjálvstøðugt tollumveldi innanfyri ríkisfelagsskapsins karmar. Hetta eru góð tíðindi fyri Føroyar og fyri ríkisfelagsskapin, tí niðurstøðan hjá grein 6-nevndini vísir, at ríkisfelagsskapurin er rúmligur og nútíðarhóskandi.

Í viðmerking á Facebook-síðu floksins, sigur Bárður á Steig Nielsen, at niðurstøðan í gjár vísir tað øvuta av tí, at man er avmarkaður í ríkisfelagsskapinum: - Vit í Sambandsflokkinum vilja betra um møguleikarnar hjá Føroyum og føroyingum, og vit síggja ferð aftaná ferð, at hetta kann gerast innanfyri ríkisfelagsskapsins karmar.

Formaðurin og fólkatingslimurin, Anna Falkenberg, heita í videobrotinum hinar flokkarnir á, at "lata vera við at vilja loysa úr ríkisfelagskapinum". Tað meta tey ikki vera neyðugt.

[object Object]
Bárður á Steig Nielsen fegnast í gjár um niðurstøðuna hjá Grein 6-nevndini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder