Av stóru flokkunum er tað Sambandsflokkurin, sum er stóri taparin í nýggjastu veljarakanningini, sum Portalurin kunngjørdi um middagsleitið.
Sambandsflokkurin fær nú 19,2 prosent av atkvøðunum, og gongur sostatt aftur við 0,8 prosentstigum í mun til seinasta løgtingsval.
Sambandsflokkurin gongur 3,6 prosentstig aftur í mun til kanningina í august, og hetta er ein óvanliga stór afturgongd.
Sambandsflokkurin stendur til at missa ein tingsess í mun til valið – og tveir sessir í mun til seinastu veljarakanning.
Les eisini: Undirtøkan fyri Fólkaflokkinum aftur vaksandi
Rumblið í flokkinum, sum var tá fosturtøkumálið varð lagt fram kann, hava havt eina ávirkan á undirtøkuna hjá Sambandsflokkinum.
Ikki síðan áðrenn løgtingsvalið 2022 hevur Sambandsflokkurin havt so vánaliga undirtøku í regluligu kanningunum, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald