Innanlands

Sambandsflokkurin í Eysturoynni hevur nøkur ess í ermuni

- Har eru trý roynd fólk, sum ikki stilla uppaftur, og soleiðis er tað. Vit høvdu fund í vikuni og hava fleiri uppskot til listan - summi roynd í politikki og summi minni roynd - sigur Hans Kristian Abrahamsen, formaður í Samhald

Tað var í gjár, at tað gjørdist alment, at Magnus Rasmussen gevst í politikki - hann fekk yvir 700 atkvøður seinasta val. Nýggj valevni vera á breddanum hjá Sambandsflokkinum í Eysturoynni, og 7-8 fólk vera eftir øllum at døma á listanum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tað var í gjár, at tað gjørdist alment, at Magnus Rasmussen gevst í politikki - hann fekk yvir 700 atkvøður seinasta val. Nýggj valevni vera á breddanum hjá Sambandsflokkinum í Eysturoynni, og 7-8 fólk vera eftir øllum at døma á listanum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-02-19 14:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Vit høvdu fund fyrrakvøldið, har vit millum annað hugdu uppá møgulig valevni. Nøkur uppskot eru, og vit hava tosað við nøkur fólk. Tað er soleiðis hjá Sambandsflokkinum í Eysturoynni, at fólk úr sínum egna øki koma við sínum møguleikum, og síðani gera vit ein lista.

Soleiðis sigur Hans Kristian Alexander Abrahamsen við Portalin seinnapartin. Hann er formaður í Samhald, veljarafelagið hjá Sambandsflokkinum í Eysturoynni.

Felagið hevur eina størri avbjóðing enn vanligt til løgtingsvalið í ár, tí trý av teirra toppskorarum á valinum í 2022 ikki stilla uppaftur: 

Magnus Rasmussen úr Lamba (712 atkvøður), Jaspur Langgard av Nesi (256 atkvøður) og Edva Jacobsen úr Fuglafirði (201 atkvøður) vóru í topp-tíggju yvir atkvøður hjá Sambandsflokkinum á seinasta løtgingsvali. Og hetta eru trý av teimum fýra, sum fingu flest atkvøður hjá flokkinum frá listanum í Eysturoynni.

Sí eisini: 1.169 leysar Sambands-atkvøður í Eysturoynni

Harvið er bert Helgi Abrahamsen eftir av teimum, sum fekk so mikið nógvar atkvøður, at hann hevur verið inni nú. Men beiggi hansara er ikki so stúrin um støðuna.

- Trý fólk, sum ofta hava verið á listanum, stilla ikki uppaftur, og soleiðis er tað. Hetta er ein størri útskifting enn kanska vanligt er, men maður kemur í mans stað, staðfestir Hans Kristian Abrahamsen.

Hetta arbeiðið er í gongd. Formaðurin í veljarafelagnum í Eysturoynni fær ikki sett nøkur nøvn á men sigur, at onkur av teimum í uppskoti eru sædd fyrr í politikki, meðan onnur eru nýggj í tí. Tað er tó einki konkret uppá pláss enn, sigur Hans Kristian Abrahamsen, men tað kann vera nokkso skjótt - Aðalfundur er eisini um eina viku.

Í Sambandsflokkinum hevur man ein fastan leist at stilla upp eftir. Neyðugt verður bert við almennum uppstillingfundi, um man ikki megnar at fylla listan. Vanligt eru eini 7-8 úr allari Eysturoynni, og tað væntar formaðurin í Samhald eisini til næsta val.

[object Object]
Hans Kristian Abrahamsen greiðir Portalinum frá, at har er ein uppstillingartilgongd í løtuni (Mynd: glasir.fo)

Tað var í gjár, at tað gjørdist alment, at Magnus Rasmussen gevst í politikki


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder