Innanlands

Samanstoytur í Miðvági

Í gjárkvøldið vóru tveir bilar í einum ferðsluóhappi í Miðvági – Fimm fólk vóru í bilunum, men tey fingu ikki stóran skaða, sigur løgreglan

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-06-26 07:51 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið klokkan 21.30 var eitt ferðsluóhapp í Miðvági.

Talan var um ein frontalan samanstoyt millum tveir bilar, sum hendi, tá tann eini bilurin skuldi snara til vinstru, og ein mótkoyrandi bilur koyrdi inn í hann.

Júst hví óhappið hendi veit løgreglan ikki at siga, men tað verður kannað nærri, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Tilsamans fimm fólk vóru í bilunum. Bilarnir fingu nakað av skaða, men fólkini í bilunum fingu ikki stóran skaða.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder