
Sunnukvøldið 26. oktober verður landsinnsavningin hjá Krabbameinsfelagnum send beinleiðis í Kringvarpi Føroya.
Tað er týdningarmikið, at eingi standa einsamøll, tá ið tey fáa krabbamein; tað er ein byrða, vit mugu bera í felag. Tí er tað undir heitinum Saman um krabbamein, at vit senda beinleiðis sunnukvøldið 26. oktober í 2025 frá klokkan 19 til 22.
Hetta kvøldið fara vit at kaga í nógvar søgur hjá sjúkum og avvarðandi; vit fara at borðreiða við tónleiki og fáa undirhald, umframt at fáa innlit í arbeiðið hjá Krabbameinsfelagnum - og hvørja hjálp sjúk og avvarðandi fáa.
Longu nú ber til at stuðla og vera við í lutakastinum um flottu vinningarnar. Far inn á heimasíðuna krabbamein.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald