
- Mong minnast og hava saknað Sálarfrøðiliga fakfestivalin, sum varð hildin frá 2013 til 2015. Áheitaninar hava verið fleiri, og ofta hava fólk heitt á fyriskiparnar um at taka táttin uppaftur.
Soleiðis skrivar Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar í nýggjum skrivi. Har verður kunngjørt, at omanfyrinevndi festivalur eftir tíggju-ára steðg verður aftur:
Felagði Føroyskir Sálarfrøðingar hevur tikið stig til at endurreisa tann væl umtókta
fakfestivalin.
Skráin verður setta saman í løtuni. Greitt er, at Sálarfrøðiliga fakfestivalurin verður á Hotel Føroyum 3. oktober.
Fyriskipararnir boða frá, "at fleiri av fremstu sálarfrøðingum" koma at leiða verkstovur innan teirra serøki:
Helgi Rasmussen, Kári Leivsson, Marjun Nielsen, Signhild Johannesen, Gitte Klein, Tóra Lützen, Suni Poulsen, Pætur Zachariassen, Anna Debes Hentze, Bjørt Lind, Birita L. Jóansdóttir og Oddbjørg Balle.
- Dagurin er ætlaður at verða ein inspirerandi uppliving fyri einstaklingar, sum vilja
menna seg sjálvi og sítt yrkisføri. Verkstovurnar eru tí fyri ein og hvønn innan
undirvísing, námsfrøði, vinnu, heilsu og sosialt arbeiði. Leiðarar og starvsfólk
við ábyrgd í almenna og privat geira.
Almenna tilmeldingin letur upp um fáar dagar, og tá verður nærri kunning eisini tøk
um millum annað innihald og gestarøðara.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald