Mentan

Sakaris spælir á Summar Festivalinum

Kreativi tónleikarin við teimum peppaðu sangunum hevur konsert á Summar Festivalinum í august

2025-05-12 09:49 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Summar Festivalurin: Við einum óvanliga góðum tevi fyri at seta saman ljóð, løg og orð skapar Sakaris modernaðan og peppaðan tónleik, sum fær íblástur frá 80'ara pyntipoppi. Sakaris hevur við kreativiteti og musikaliteti megnað at skapt eitt heilt egið ljóð og úttrykk, sum bæði kann fevna og strimbra lurtaran.

Hann hevur altíð leverað, tá ið hann hevur havt framførslur – líkamikið um tað er á Summar Festivalinum, til bingo í pensjónistafelagi ella til trettan ára føðingardag.

Hittini eru eitt nú "Allarbesti", "Aalborg", "Magical Bag of Fun" og "I Put On This Dress Only For You", og saman við bólkinum Byrtu hevur hann gjørt væl umtóktar endurinnspælingar av sangunum "Stjønuskot" og "Frøknur". Seinastu tíðina hevur sangurin "Tramin" verið nógv at hoyra í útvarpi.

Sakaris spælir á Summar Festivalinum, sum verður hildin dagarnar frá 7. til 9. august.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder