Innanlands

Sær hampiligt út á ólavsøku

Sum tað sær út nú, verður betri veður ólavsøkudag

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2025-07-21 12:23 Author image
Sverri Egholm
placeholder

At spáa um veðrið eina viku fram, er rættiliga torført, og tí skal sigast, at óvissan er rættiliga stór.

Hanus Kjølbro frá Veðurstovu Føroya, gjørdi í Summarmorgni í morgun kortini eina roynd at spáa um, hvussu veðrið verður á ólavsøku.

Sum tað sær út nú, verður tað nakað grátt og eitt sindur av avfalli ólavsøkuaftan, sum er næsta mánadag. Hann verður sunnan í ættini og vindurin verður einar 3-8 metrar um sekundið.

Ólavsøkudag verður eitt sindur betri veður. Tað verður høgætt og tað verður turt. Høgætt er góð í Havn. Vindurin liggur um einar 5-10 metrar um sekundið.

Síggj eisini forsøgnina á Veðrinum á Portalinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder