Innanlands

Sáð tryggjað frá øllum livandi føroyskum hestum

Harvið er søga skrivað hjá føroyska rossinum – eisini í altjóða høpi

Her verður gjørt klárt at tappa sáð av føroyska greðinginum, Mergi (Mynd: Felagið Føroysk Ross)

Her verður gjørt klárt at tappa sáð av føroyska greðinginum, Mergi (Mynd: Felagið Føroysk Ross)

2025-09-02 11:42 Author image
Innsent
placeholder

Felagið Føroysk Ross kann nú kunngera, at tey hava fingið tikið og fryst sáð frá øllum livandi greðingum í føroyska rossastovninum.

- Vit hava, okkum vitandi, sum fyrsti felagsskapur nakrantíð, megnað at tikið og goymt sáð av øllum livandi kalldjórum í einum stovni – nakað, sum verður mett at hava stóran týdning fyri framtíðina hjá føroyska rossinum, bæði í ílegusamanhangi og í framtíðar alimenning, skrivar felagið.

Ílegugrunnur

Í 2002 og í 2004 skipaði Felagið Føroysk Ross fyri sátøku av nøkrum føroyskum greðingum. Í 2024 helt arbeiði fram og vaksið var um ílegugrunnin við niðurfrystum rossasáði. Í 2025 er sáð tikið frá øllum livandi greðingum og fryst. Í alt er sáð tikið av 25 føroyskum greðingum hesi bæði árini. Tann yngsti er trý ára gamli Frami.

Hetta arbeiðið hevði ikki verið gjørligt uttan gott samstarv og fíggjarligan stuðul frá fleiri pørtum. Felagið vil í hesum sambandi takka: Tullis Matson og Stallion AI Services fyri tætt og gott samstarv gjøgnum alla verkætlanina, Rikke Munk og Højgård Hestehospital fyri at skanna ryssur, sum skuldu brúkast til ísáðing og lokkiryssir, Búnaðargrunninum fyri fíggjarligan stuðul, BST fyri fíggjarligan stuðul, lán av hølum og fyri arbeiðið hjá starvsfólkunum MBM fyri stuðul við køvievni, greðingaeigarunum, sum allir hava verið góðir at samstarva við og eru komnir við sínum greðingum og ryssueigarunum, sum hava latið okkum brúka ryssur til lokkiryssur og til ísáðing.

- Sáðtøkan hevur týdning á fleiri økjum. Fyrst og fremst tryggjar hon ílegurnar hjá føroyska fossinum, men vit hava eisini fingið nógva nýggja vitan og royndir. Ein stórur liður í arbeiðinum er at menna førleikar og arbeiðsgongdir, sum kunnu brúkast til at ísáða ross – bæði í Føroyum og í Danmark.

Ísáðing á fyrsta sinni í Føroyum

Í summar hevur felagið eisini gjørt søguligar royndir við ísáðing við frystum sáði – fyri fyrstu ferð nakrantíð í Føroyum.

Fýra ryssur eru ísáddar við frystum sáð, og harumframt tvær við feskum sáð. Úrslitini síggjast væntandi um tvær vikur, tá ryssurnar kunna skannast.

- Vit kunnu tó longu nú fegnast um, at vit í ár hava eitt fyl, sum er úrslit av ísáðing við feskum sáði í fjør. Fylið, Tutli, er fyrsta fylið í Føroyum, ið er alt á hendan hátt.

- Hetta hevði ikki verið gjørligt uttan dyggan stuðul frá teimum, ið hava luttikið í verkætlanini, sigur Signa Kallsoy Ravnafoss, forkvinna í FFR. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder