
Russiska loftverjan sigur seg í nátt hava skotið niður eina rúgvu av dronum úr Ukraina.
Tilsamans 42 dronur vórðu skotnar móti Russlandi, harav tvær vórðu skotnar niður nærindis næststørsta býnum í Russlandi, Sankta Pætursborg, skrivar Ritzau.
Aleksandr Drozdenko, guvernørur í Leningrad-landslutinum, har Sankta Pætursborg liggur, sigur, at dronurnar vórðu skotnar niður sunnan fyri býin.
Ongar fráboðanir eru um, at fólk ella bygningar hava fingið skaða í hesum sambandi, men eina løtu var steðgur í flogferðsluni á altjóða Pulkovo-floghavnini í býnum.
Eisini vórðu tríggjar dronur skotnar niður í Smolensk-landslutinum í vestara parti av Russlandi, men heldur ikki har var nakar fólkaskaði.
Guvernørurin í Voronezj-landslutinum, sum er nær við markið til Ukraina boðar eisini frá, at fleiri dronur vórðu skotnar niður. Hvussu nógvar dronur talan er um, verður ikki upplýst.
Seinastu tíðina hava bæði Russland og Ukraina brúkt fleiri dronur í teirra álopum.
Sambært Ukraina brúkti Russland hóskvøldið og náttina til fríggjadagin metnógvar dronur í einum álopi. 539 dronur og 11 rakettir vórðu brúktar í einum álopi á ukrainska høvuðsstaðin Kyiv. Í minsta lagi ein persónur lat lív, og 23 vórðu særd. Fleiri skúlar, dagstovnar og kaffistovur, umframt 40 íbúðabygningar vórðu raktir í álopinum.
Ukrainski herurin sigur seg í morgun hava rakt ein russiskan hernaðarflogvøll í Voronezj. Sagt verður, sambært DR, at herurin hevur rakt eina bumbugoymslu og eitt venjingarflogfar. Russland hevur ikki viðmerkt álopið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald