Uttanlands

Russland: Tvey fólk deyð í ukrainskum álopum

Eisini ukrainar boða frá russiskum álopum í nátt

Íbúðarbygningur í Rostov, sum fekk skaða í einum ukrainskum álopi í februar 2025 (Mynd: EPA)

Íbúðarbygningur í Rostov, sum fekk skaða í einum ukrainskum álopi í februar 2025 (Mynd: EPA)

2026-01-14 11:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tvey fólk eru dripin, og fleiri eru særd í ukrainskum dronuálopum í tveimum russiskum landslutum, boða russiskir myndugleikar frá fyrrapartin.

Í býnum Rostov kyknaði eldur í einum íbúðarbygningi, og har bleiv líkið av einum manni funnið. Fýra onnur fólk vórðu særd í hesum álopinum.

Í Belgorod-landslutinum varð ein kvinna dripin og ein maður særdur, tá ein ukrainsk drona rakti eitt akfar.

Eisini ukrainar boða frá russiskum álopum í nátt, skrivar Ritzau.

Boðað verður frá, at russiskar dronur hava rakt undirstøðukervi í býnum Kryvyj Rih, sum likkur mitt í Ukraina og sum eisini er føðibýurin hjá ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj. Hetta hevur fingið myndugleikarnar at slíta streymveitingina hjá túsundatals borgarum.

Hvussu umfatandi álopið er, er ógreitt, og heldur ikki er greitt, um nakar fólkaskaði stóðst av álopinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder