Uttanlands

Russland: Trý fólk deyð í ukrainskum dronuálopum í nátt

Russiska verjumálaráðið sigur, at 112 ukrainskar dronur vórðu skotnar niður

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-08-02 10:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Trý fólk hava í nátt latið lív í ukrainskum dronuálopum í vestara parti av Russlandi, upplýsa fleiri russiskir guvernørar í morgun.

Ein kvinna lat lív og tvey vórðu særd í Pensa-landslutinum, tá ein fyritøka varð rakt í einum álopi.

Í Rostov-landslutinum hevur ein maður latið lív, eftir at eitt eldur kyknaði á einum ídnaðarøki, sum varð rakt av ukrainskum dronum.

Eisini verður boðað frá, at ein maður í Samara-landslutinum lat lív, tá vrakpetti frá einari dronu duttu niður í hús hansara.

Russiska verjumálaráðið sigur, sambært Ritzau, at russar uppá níggju tímar - frá fríggjakvøldinum til tíðliga í morgun - hava skotið 112 ukrainskar dronur niður.

Ukrainar boða eisini frá russiskum dronuálopum í nátt.

Í Dnipropetrovska-landslutinum vórðu trý fólk særd, og fleiri bygningar og akfør vórðu oyðiløgd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder