
Fimm fólk vórðu dripin, og tíggju fólk vórðu særd í russiskum álopum á Ukraina í nátt, boðar ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj frá á X.
Sambært Zelenskyj vórðu yvir 50 rakettir og umleið 500 dronur brúktar í álopunum, sum rakti um alt landið.
Málið hjá russunum var týðandi undirstøðukervi og ukrainska orkumálaráðið, og orkuundirstøðukervi í fleiri landslutum hevur eisini fingið skaða. Ukrainska orkumálaráðið sigur, sambært Reuters, at nógv eru uttan streym í Zaporizjzja-landslutinum.
Russisku álopini fingu Pólland at senda hernaðarflogfør í luftina fyri at tryggja pólska loftrúmið. Millum økini, sum vóru rakt í álopunum var Lviv, sum er nær við pólska markið, skrivar Ritzau.
Russland hevur ikki viðmerkt álopini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald